Seinasta vikuskiftið vóru umboð fyri tónleikasamtakið Grót og F.U.T. orðuri í Klaksvík, og skipaðu saman við klaksvíkingum fyri almennum fundi viðv. møguligari stovnan av einum tónleikafelagi, ið, eins og Grót í eysturoynni, skal arbeiða fyri at menna tónleikalívið í norðoyggjum. Tað skal verða við m.a. at fyriskipa konsertir og tónleikatiltøk, og betra um og fáa skipaðar venjingarumstøður hjá tónleikarum í Klaksvíkini.
Settur varð ein arbeiðsbólkur at fyrireika stovnanina av felagnum í Klaksvík, so sum at gera uppskot til endamálsgrein, viðtøkur fyri felagið, navn, logo og annað.
Fríggjakvøldið 22. februar kl. 20.00, verður so fundur í býráðshøllini í Klaksvík, har ætlanin er at felagið skal verða sett á stovn.
Fyrireikarirnir vænta sær nógv burturúr hesum felagi. Fyrst og fremst eitt meira virkið tónleikaumhvørvi í Klaksvík. Tað merkir m.a. fleiri tiltøk, konsertir o.a. Betri umstøður til teir hópatals tónleikararnar í Klaksvík, sum tørva skipaðar venjingar umstøður og ein pall at framføra á. Vónin er at bæði býráð og vinnulív eins væl og landsmynduleikar við hesum felag kunnu hava ein mótpart, samsvarvsfelaga og ráðgeva, tá um tónleikaviðurskifti ræður.
Ætlaninir eru eisini um at stovna líknandi felag í Havn í næstum. Hesi trý feløg, Grót í Eysturoy, felagið í Klaksvík og í Havn kunnu síðan samstarva um ymisk viðurskifti. T.d. senda bólkar úr einum øki í eitt annað, skipa fyri skeiðvirksemi saman osfr. Og annars hava nakrar virknar tónleikapallar í økjunum. Harafturat er ætlanin at fáa eitt yvirskipað samstarv í lag ímillum feløgini, her hevur m.a. verið tosað um at FUT kundi havt leiklutin sum eitt slag av einum landsfelag, men her er ikki endalig støða tikin enn.
Stigtakararnir vóna at síggja allar tónleikaáhugaðar Klaksvíkingar á fundinum fríggjakvøldið - yrkistónleikarar eins væl og leikmenn, áhoyrar og konsertgangarar, ungan sum gamlan og høgan sum lágan, stutt sagt øll, ið vilja tónleikalívinum í Klaksvík at frama, eru vælkomin fríggjakvøldið 22. februar kl. 20.00 í býráðshøllini í Klaksvík.