Stovna nýtt felag

Eitt felag, har tey menningartarnau kunnu sleppa til orðana skal setast á stovn, og ein bólkur, sum skal fyrireika hetta arbeiði er settur.

Í vikuskiftinum hevði Javni aðalfund í Miðlahúsinum. Hesin fundurin byrjaði klokkan trý, men áðrenn tað - longu klokkan 11 - var ein annar fundur í húsinum, sum Javni eisini hevði tikið stig til.
Talan var um ein fyrireikandi fund til eitt felag, sum skal stovnast í næstum. Hetta felagið skal eftir ætlan vera felagið hjá teimum menningartarnaðu, har tey seta dagsskránna og koma til orðana. Tað er undir slagorðinum "Onki um okkum uttan okkum" at hetta felagið, sum ætlandi verður stovnað í oktober, skal virka.

Ítøkilig uppskot
Dagurin byrjaði við morgunmati; rundstykkjum og kaffi. Tað var forkvinnan í Javna, Lis í Niðristovu Eklund, sum setti fundin. Nógv fólk vóru møtt upp til fundin - gott og væl hálvthundrað.
Lis legði fyri við at bjóða vælkomin, áðrenn hon í stuttum greiddi frá virkseminum hjá Javna. - Javni arbeiðir fyri at betra um korini hjá teimum menningartarnaðu, men vit mangla eitt felag, sum er felagið hjá teimum menningartarnaðu. Eitt felag, sum er teirra felag, og har tey sleppa framat at siga sína hugsan, segði forkvinnan millum annað.
Tá Lis hevði sagt tað, sum sigast skuldi, vórðu fundarluttakararnir skipaðir í bólkar, har tey skuldu kjakast um, hvussu felagið ætlandi skal virka og hvørjum tað skal arbeiða fyri. Í bólkunum vóru bara menningartarnað, meðan hinir fundarluttakararnir bara kundu lurta at tí, sum kjakast var um. Hetta varð gjørt av tí einklu orsøk, at tað eru tey menningartarnaðu burturav, sum skulu mynda nýggja felagið.
Tá bólkarnir vóru lidnir at kjakast, vórðu ymsu sjónarmiðini løgd fram fyri fundarfólkinum. Stuttligt var fylgja framløgunum, tí í staðinfyri abstraktar og høgtflúgvandi málsetningar, sum vit ofta kenna frá øðrum fundum, so komu bólkarnir við ítøkiligum hugskotum um, hvat felagið skal arbeiða fyri.
Fleiri løgdu fram uppskot um, at felagið eigur rútvega sær ein bát, soleiðis at tey kunnu sleppa á flot, og annars bara hugna sær á sjónum. Eitt annað uppskot var, at felagið eigur at skipa fyri einum túri við Norrønu. Vit hoyra dagliga um ungdóms túrar, gospeltúrar, vælverutúrar og so framvegis, so hví ikki skipa fyri einum túri fyri menningartarnaðum, har Javni hevði aðalfund, ársveistlu var og Emma's Bluesband og Ælabogin spældu?

Fyrireikandi bólkurin settur
Á fundinum skuldi eisini ein bólkur setast, sum skal gera fyrireikandi arbeiði fyri felagið, sum skal stovnast seinni. Tí skuldu bólkarnir velja tvey umboð hvør, sum skulu tosa teirra søk í bólkinum. Í fyrireikandi bólkin vórðu vald Emma Vágoy, Ruborg Haraldsen, Malan Mortensen, Símun Petur Zachariassen, John Joensen og Asbjørn Eidesgaard, og tey ætla sær at byrja beinanvegin, soleiðis at felagið kann stovnsetast í oktober í samband við eina Norðuratlantiska stevnu sum verður.