Kim, ið er 25 ára gamal, er føddur í Føroyum, hann búði nøkur ár í Danmark, har hann m.a.
ansaði børnum á einum barnagarði og var hjálparlærari í einum forskúla.
Fyri hálvumtriðja ári síðan byrjaði hann sína egnu ungdómsráðgeving í Havn. Hann tosar við tey ungu og foreldur teirra, og tey kunnu venda sær til hansara við ymiskum spurningum. Ætlanin er eisini at vitja aðrastaðni í landinum.
Kim kundi hugsað sær at eitt pláss var í býnum til tey ungu, serliga um
kvøldarnar og um næturnar.
Hann hevur gjørt eina kanning millum tey ungu, um hvat tey ynskja sær o.l.
Nógv kundu t.d. hugsað sær at íðkað ítrótt, uttan at tað endiliga skal vera
ein kapping um at vera best. Soleiðis at øll kunnu vera við.
Ungdómsráðgevin takkar øllum, sum hava stuðlað tiltakinum, og vónar hann at fáa eins gott samstarv í framtíðini. Stórur tørvur er á ungdómsráðgeving, og Kim hevði ynskt at fleiri sjálvboðin høvdu vilja tikið lut.
Kim Røsvik sigur, at tað er ókeypis at vera limur í felagnum
"Ungdómsráðgeving í Havn", og hann leggur serligan dent á anonymitet.
Telefonnummarið hjá felagnum er: 503161