Stórur spenningur um Eysturoyartunnilin

Hvat siga borgarstjórarnir í Nes kommunu, Sjóvar kommunu og Runavíkar kommunu um Eysturoyartunnilin?

Vikublaðið, sum kemur í hvørt hús í dag, hevur vitjað kommunurnar í Eysturoy - og ikki so løgið nevna teir tríggir borgarstjórarnir við Skálafjørðin Eysturoyartunnilin, sum spaki ætlandi verður settur í um eitt ár ella so.

 

Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, sigur seg vera sera spentan upp á tunnilin.

 

- Ein sera spennandi tíð liggur fyri framman hjá okkum her við Skálafjørðin og í Eysturoy sum heild. Tað er ógvuliga trupult at ímynda sær, hvat hetta ítøkiliga kemur at merkja.

 

Borgarstjórin sigur, at Eysturoyartunnilin verður stívliga 10 kilometrar langur, og tað merkir, at teinurin av Toftum og inn til høvuðsstaðin fer at taka minni enn eitt korter.

 

- Okkara kommuna verður soleiðis sera væl plaserað landafrøðiliga, og vit sleppa beint úr Saltnesi í undirsjóvartunnilin og inn til meginøkið. Eg síggi Eysturoyartunnilin sum ein veldugan møguleika.

 

Jóhannus Danielsen sigur, at nýggja farleiðin fer at geva Skálafjørðinum og Eysturoynni nógvar nýggjar møguleikar, sum vit ikki duga at ímynda okkum í dag.

 

Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, sigur, at kommunan eigur nøkur byggiøkir, sum eru til sølu, men kortini fer kommunan næsta ár at arbeiða við einari nýggjari útstykking, so enn fleiri møguleikar verða hjá fólki, sum ætla sær at seta búgv í kommununi.

 

- Tá Eysturoyartunnilin nærkast, fara vit helst eisini at skapa eitt ídnaðarøki á leiðini, har tunnilin kemur upp. Tað er ein spennandi tíð, sum liggur fyri framman, og eg haldi, at okkara kommuna er í einari góðari støðu við góðum framtíðar møguleikum, sigur Artur Johansen.

 

Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sigur, at nú hann gevst sum borgarstjóri og fer at røkja løgtingssessin burtur av, fer hann at hava fingurin á pulsinum við teimum verkætlanum, sum eru settar út í kortið á Føroya løgtingi og sum hava við Skálafjørðin og Eysturoynna at gera.

 

- Soleiðis fari eg við stórum áhuga at fylgja verkætlanini við Eysturoyartunlinum, sigur borgarstjórin og løgtingsmaðurin.