Nordlek er ein stevna, sum verður hildin á hvørjum triðja ári í ymsu Norðanlondunum. Á festivalinum luttaka uml. 6-7.000 fólkadansarar. Seinast varð stevnan hildin í Trondheimi. Tá luttóku nakrir fáir føroyingar úr Danmark saman við 60 dansifólkum úr Føroyum.
Í ár verður Nordlek hildin í døgunum 14.-18. juli 2015 í Viborg. Býurin verður á tremur við tiltøkum, tónleiki og fólkadansi frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi. Føroyingar framføra m.a. við sangi og dansi frá hósdegnum 16. juli og fram til leygarnáttina 18. juli.









