Stórur føroyskur finaludagur

OYL 15: Føroyar skulu luttaka í fleiri finalum á oyggjaleikunum í dag

Fleiri finalur eru á skránni við føroyskari umboðan á oyggjaleikunum í dag. 

 

Í borðtennis skulu føroyingar spæla eina finalu. Hon verður í tvímansleiki hjá kvinnum, har Henrietta Nielsen og Durita Fríðadóttir Jensen skulu spæla ímóti tveimum kvinnum frá Guernsey. Teirra finala byrjar klokkan 12:00.

 

Í flogbólti skulu bæði menninir og kvinnurnar hjá Føroyum spæla finalu í dag. Kvinnurnar, ið eru verandi vinnarar av oyggjaleikunum, spæla finalu ímóti Saaremaa klokkan 12:30, meðan menninir eisini spæla finalu móti Saaremaa. Dysturin hjá monnunum byrjar klokkan 14:30.

 

Í badminton skulu vit eisini spæla tvær finalur. Rannvá Djurhuus Carlsson og Niclas H. Eysturoy hava bæði spælt seg í finaluna í ávíkavíst einmansleiki hjá kvinnum og monnum. Niclas H. Eysturoy skal í síni finalu spæla móti Mark Constable frá Jersey, ið undan dystinum er ein greiður favorittur. Mark Constable er undan kappingini seedaður sum nummar 1, og merkisvert er, at Constable ikki hevur tapt eitt einasta sett enn á oyggjaleikunum.

Rannvá Djurhuus Carlsson skal í sínari finalu spæla móti Cristen Marrit frá Isle of Man. Møguleikarnir hjá Rannvu fyri einum gull heiðursmerki skuldu verið góðir, tí Rannvá er seedað sum nummar 1 til kappingina í einmansleiki hjá kvinnum.

 

Seinasta finalurnar  í dag eru í frælsum ítrótti. Rebekka Fuglø rennur finalu í 800 metrar hjá kvinnum, meðan Tórur Mortensen kappast í trýstøkk. Eisini tær báðar, Marna Egholm og Bjørk Herup Olsen skulu luttaka í finalu í dag. Tær renna finalu í 1500 metrar hjá kvinnum.