Stórur dramatikkur kring alt landið

EB/Streymur vann botndystin á Argjum, KÍ tryggjaði sær trý stig ímóti Víkingi, og við Stórá endaði tað javnt

Tað var øgiligur dramatikkur í fótbóltinum í dag.

Undan hesum umfarinum var EB/Streymur einsamalt í botninum. Í dag tók AB ímóti teimum í Sundalagnum. Undan hesum dystinum høvdu hvørki AB ella EB/Streymur vunnið, og nú er tað bara AB, sum ikki hevur vunnið. EB/Streymur vann 2-1, og harvið hava bæði EB/Streymur og AB seks stig.

Hetta var fyrsti sigurin hjá EB/Streymi í ár, og merkisvert er tað, at hetta var fyrsti sigurin í bestu deildini hjá Eliesari Olsen, sum er venjari hjá EB/Streymi, og sum fyrsta partin av kappingarárinum i fjør var venjari hjá Skála.

 

Í Klaksvík togaði KÍ seg við 3-2 heimasigri á Víkingi upp á 14 stig, sum Víkingur eisini hevur. Víkingur legði seg framum beinanvegin, men KÍ svaraði aftur og legði seg framum undan steðginum. Tað var meiri tyngd og broddur í hjá KÍ, sum 2. hálvleikur leið, og fram ímóti dystarenda økti Henry Heinesen, sum í dag var vongverji í høgru, um munin. Hann umsetti brotsspark til mál. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, tí Geza Turi hevði skumpað Páll Klettskarð um koll.

Lítla løtu seinni vórðu bæði Geza Turi, Víkinga málverjin, og vinstri vongverjin hjá KÍ, Alli, riknir av vølli í sambandi við hornaspark. Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, minkaði Hanus Jacobsen um munin, og í síðstu sekundunum var tað um reppið, at KÍ økti um leiðsluna, og at Víkingur javnaði!

 

Við Stórá í Trongisvági endaði tað 1-1 millum HB og TB, sum framvegis bíðar eftir fyrsta heimasigrinum. Fróði Benjaminsen legði HB framum við stútara eftir horna, tá ið 2. hálvleikur var tíggju minuttir gamal, og Albert Adu javnaði miðskeiðis í 2. hálvleiki. Líkindini í Trongisvági vóru ikki góð, og síðstu løtuna oysregnaði tað, og TB hevði fríska vindin ímóti.

 

TB-HB 1-1 (0-0)

0-1: Fróði Benjaminsen 57.

1-1: Albert Adu 64.

 

AB-EB/Streymur 1-2 (0-1)

0-1: Brian Olsen 15.

1-1: Kristin R. Mouritsen 76.

1-2: Leif Niclasen 78.

 

KÍ-Víkingur 3-2 (2-1)

0-1: Finnur Justinussen 5.

1-1: Jóannes Bjartalíð 23.

2-1: Atli Danielsen 29.

3-1: Henry Heinesen br 83.

3-2: Hanus Jacobsen 93.

 

FC Suðuroy-B36 1-3 (0-2)

0-1: Lukasz Cieslewicz 10.

0-2: Hans Pauli Samuelsen 24.

1-2: Búi Egilsson 56.

1-3: Hans Pauli Samuelsen 90.

 

ÍF-NSÍ 0-3 (0-0)
0-1: Pól Jóhannus Justinussen 72.
0-2: Pól Jóhannus Justinussen 79.
0-3: Klæmint A. Olsen 95.

 

Støðan eftir 10 umfør

NSÍ 24

B36 21

HB 16

Víkingur og KÍ 14

TB 12

ÍF 11

FCSuðuroy 9

AB og EB/Streymur 6

 

11. umfar

Hósdagin 14. mai - Kristi himmalferðardag

TB-FC Suðuroy

HB-KÍ

EB/Streymur-ÍF

NSÍ-B36

Víkingur-AB