Nú manifestið hjá Adolf Hitler, bókin “Mein Kampf”, er komið útaftur í nýggjari útgávu, hevur tað víst seg at verið betur umtókt enn nakrantíð.
Søguligi granskingarstovnurin, München Institut für Zeitgeschichte, hevði ætlað at prentað 4.000 eintøk av bókini, men longu fyrsta dagin var talið á umbidnum bókum komið upp í 15.000.
Síðani 1945 hevur tað verið forboðið at givið út “Mein Kampf” í Týsklandi, men í farnu viku varð so ein nýggj útgáva givin út.
Henda nýggja útgávan víkir frá upprunaútgávuni, tí granskarar hava nærlisið og viðgjørt pennin hjá Hitler, so víst verður á feilir, umframt at eisini nógvir av tankunum hjá “Die Führer” verða jarðlagdir.