Stórur áhugi at koma til Føroya at giftast

– Men vit hava ikki merkt serligan áhuga frá samkyndum, sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visti Faroe Islands

– Men vit hava ikki merkt serligan áhuga frá samkyndum at koma til Føroya at giftast, sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visti Faroe Islands.

 

Hóast fyrst samkynda parið at gifta seg í Føroyum var úr Bretlandi, so hava tey í Visti Faroe Islands ikki merkt serligan áhuga uttanífrá hjá samkyndum at koma til Føroyar at giftast.

 

– Nei, tað kann eg ikki siga, at vit hava merkt. Men generelt kann eg siga, vit merkja stóran áhuga hjá útlendingum at koma til Føroya at giftast. Men vit hava ikki merkt serligan áhuga frá samkyndum til tess, sigur Guðrið Høgjaard.

 

Í dag klokkan 14 verður fyrsta samkynda parið gift í Føroyum, tá Annika Olsen, borgarstjóri í Havn fer at víga tveir mans úr Bretlandi.