- Eftir ein strævnan vetur, er várið so smátt við at fáa fastatøkur. Grønu spírarnir kaga upp úr køldu moldini. Trøð og blómur vakna úr vetrardvala.
Soleiðis siga tey í Sands kommunu í dag, har tey fara at heilsa várinum við einum stórfingnum degin leygardagin hin 6. mai.
- Vit bjóða ókeypis morgunmat fyri sandingum og vitjandi, og hetta verður í ovaru hæddini á Bókasavninum, og her eru øll hjartaliga vælkomin.
Í sambndi við dagin, verður bygdin eisini ruddað, og hetta er eitt tiltak, sum tey í Sands kommunu gleða seg til aftur at seta á skinnaran.
Tey, sum verða við til rudda bygdina, fáa ruskposar á miðdegi henda dagin uttanfyri Sands skúla.
- Okkara vón er, at tað verða fleiri, sum vilja lata ein part av síni dýrabaru tíð til felagsskapin - at halda bygdina reina. Fyri at seta sjóneykuna á grøna partin, verða trøð og runnar latin okkara borgarum ókeypis.
Fara vit so aftur til sjálvt tiltakið, sum Sands kommuna fer at skipa fyri henda dagin, verður felags bál tendrað Niðri á Hamri klokkan 19, og her fer Maiken Olsen at halda røðu.
- Her verður eisini felagssangur við góðum sangkreftum. Eftir kommunala tiltakið Niðri á Hamri, lata Alt Events dyrnar upp í Virkinum.
Í Virkinum klokkan 22 verður Pub Quiz, sum Hanus í Miðstovuni skipar fyri, og á midnátt verður dansur við Ravnum og Geislum.
- Hesi báðir bólkarnir fyltu dansigólvini í áttari-og nítiárunum, og hin 6. mai verður so høvi at uppliva góð gomlu dagarnar aftur, siga tey í Sands kommunu í dag.