Stórt nýggjárshald á Glaðsheyggi

Sum undanfarin ár skipar grannalagið á Glaðsheyggi í Havn fyri stórum nýggjársbáli nýggjársaftan.

Sum undanfarin ár skipar grannalagið á Glaðsheyggi í Havn fyri stórum nýggjársbáli nýggjársaftan.

 

– Tiltakið er eitt av teimum størstu nýggjárstiltøkunum, og bálið plagar at síggjast væl um allan býin, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, ið sum partur av grannalagnum er ein av fyrireikarunum.

 

Tiltakið byrjar klokkan 22, tá ein annar maður í grannalagnum, Bjørn á Heygum, fer at halda røðu. Eisini verður felagssangur, og Uni Arge fer at syngja, meðan verður bálið tendrað.

 

Heðin Mortensen sigur, at øll eru vælkomin, og minnir hann samstundis á, at í samband við tiltakið verður heitt á fólk, sum eiga bilar standandi á parkeringsøkinum á Glaðsheyggi, um at flyta teir í seinasta lagi klokkan 17 nýggjársaftan.