Punktum er sett fyri landskappingina í fótbólti hjá kvinnum í dag. Tað er fyri langari tíð síðani avgjørt, at KÍ er meistari og harvið hevur vunnið fimtanda FM heitið á rað. Hetta er nýtt heimsmet, og tað er sjón fyri søgn, at hetta fer ikki bara aftur við borðinum.
Áskoðararnir hava tendrað neyðbluss kring allan vøllin, og spælararnir fegnast í stilla veðrinum og millum droparnar, sum koma beint niður.
-Vit ætla okkum at halda fram at spæla næsta ár. At vit hava vunnið so nógv vóna vit ber við sær, at tær ungu fáa hug at lyfta arvin, og at tær fáa rætta vinnara hugburðin, sigur Rannvá B. Andreasen. KÍ vann 4-0 á B36 í dag. Rannvá skoraði bæði málini í 2. hálvleiki. Málini í 1. hálvleiki skoraðu Annika Petersen og Sigrid Jacobsen.
Nú verður gjørt klárt til steypahandanina, sum verður í KÍ høllini, har tað verður gjørt nógv burturúr.
Tað er Christian Andreassen, formaður í FSF, sum saman við Virgari Hvidbro, aðalskrivara, handar heiðurskrónurnar og FM steypið.
Í KÍ høllini er heilt nógv fólk samlað.