Eftir fleiri árum við halli var eginpeningurin hjá Kollafjørð Pelagic negativur við 116 mió kr. við árslok 2009. T.v.s. at skyldurnar vóru 116 mió kr. størri enn ognirnar.
Tolnir eigarar, sum hava verið sinnaðir at veita neyðugu fíggingina, hava tó tryggjað kapitalgrundarlagið undir fyritøkuni, og nú roknskapurin fyri 2013 er kunngjørdur, er talan um fjóðra árið á rað við yvirskoti.
Yvirskotið fyri 2013 er upp á 20,7 mió kr. Hetta er nakað minni enn í fjør, tá úrslitið var 30,2 mió kr. Í ársfrágreiðingini skrivar leiðslan, at tey rokna við einum betri úrslitið fyri 2014. Stendur tann metingin við, verður eginognin væl og virðiliga positiv. Eginognin var við árslok 2013 negativ við 5 mió kr.
Umvegis Faroe Estate og norska Næraberg Holding er virkið í Kollafirði partur av hollendska Parlevliet & Van der Plas group, sum hevur sera stórt virksemi innan uppsjóvarvinnuna.
150 fólk starvast á virkinum í Kollafirði.