Seinasta hósdag læt nýggjur og forvitnisligur handil - Storm Boutique - upp í Saltangará. Handilin er í miðhæddini í bygninginum, har Café Cibo heldur til í kjallarahæddini á Heiðavegi 51.
Tað er eigarin av Café Cibo, Jóhannus M. Olsen, ið hevur skapt fysisku karmarnar fyri handlinum, sum tær fýra kvinnurnar, Ragnhild Kjærbo (Kambsdalur), Helga Dam (Saltangará), Marita Johannessen (Toftir) og Bjørt Fláaberg (Klaksvík) reka.
- Alt, sum vit selja, er skapt av føroyskum designarum, bæði kendum og minni kendum. Vit selja ymiskt, sum Mikkalina Norðberg hevur evnað, og vit selja Soul Made-pløgg, sum Beinta Poulsen hevur designað. Einasta, sum vit selja, ið ikki er føroyskt, er kovboybuksur av merkinum, Cheap Monday.
Tað sigur Raghild Kjærbo, ein av teimum fýra kvinnunum, ið hava funnið saman.
- Hetta er ikki eitt heimavirki, men meira ein samling av føroyskum designarum av ymiskum slag - og onkur, sum vit selja vørur og lutir hjá, er enn á hobby-støði, sum eg vil rópa tað.
Ragnhild sigur, at tað var so seint sum hin 22. mai, at tær fýra settu hol á hesa verkætlan, og hon dylur ikki fyri, at hetta var í samstarvi við ALS, tí tær allar fýra tá vóru arbeiðsleysar.
- Men, vit hava so sannliga ikki verið arbeiðsleysar seinastu vikurnar. Vit hava verið í gongd næstan 24 tímar um samdøgnið, og vit hava allar arbeitt rættiliga intenst hesa tíðina.
Hon vísir á, at tær hava fingið rættiliga fríar hendur at skipa øll viðurskifti í samband við handilin sjálvar, tó at tær ongar royndir høvdu á økinum, og tað eru tær sera fegnar um.
- Eg haldi, at vit fýra hava nógvar ymiskar eginleikar og dygdir. Onkur dugir okkurt betri enn onkur onnur, men tilsamans duga vit nógv.
Sjálv hevur Ragnhild altíð havt stóran áhuga fyri list, og hon hevur bæði teknað og málað.
- Eg havi soleiðis okkurt listarligt hjá mær við í handlinum, og ætlanin hjá okkum er, at ymisk listarfólk skulu kunna koma inn í Storm Boutique við sínum listarverkum.
Ragnhild Kjærbo sigur, at handilin er býttur upp í tvey rúm, har klædnapløgg eru øðrumegin - og ymiskt annað er hinumegin.
- Umframt ymiskt klædnapløgg, selja vit eisini ymiskt tilhoyri, eitt nú armbond, hálsbond, oyralokkar og onkrar møblar.
Hon sigur, at tær fýra, sum standa fyri handlinum, ikki eiga nakað serligt designað ella heimavirkað í handlinum sjálvar - ikki enn, sum hon tekur til.
- Nú fáa vit at síggja, hvat hetta verður til, og hvussu okkara kreativitetur, sum tíðin gongur, fer at koma til sjóndar, sigur Ragnhild Kjærbo.
Storm Boutique hevur opið frá mánadegi til fríggjadag frá klokkan 10-18 og leygardag frá klokkan 10-14.