Á myndini eru Regin Dalsgaard, samskipari, Heðin Mortensen, borgarstjóri og Remy á For, sum átti vinnandi uppskotið um navn til stórhøllina í Hoyvíkshaganum. Myndir: Álvur Haraldsen

Stórhøllin kallast nú Við Tjarnir

Tað var Remy á For av Nesi, sum vann uppskotið um nýggja navnið til stórhøllina í Hoyvíkshaganum.

 

 

Á myndini eru Regin Dalsgaard, samskipari, Heðin Mortensen, borgarstjóri og Remy á For, sum átti vinnandi uppskotið um navn til stórhøllina í Hoyvíkshaganum. Myndir: Álvur Haraldsen

Nógvir vóru uppskotsstillararnir - umleið 150 í tali við umleið 400 ymiskum uppskotum.

 

Tað var nesmaðurin, Remy á For, sum vann kappingina. Summir uppskotsstillarar høvdu fleiri uppskot, men Remy hevði bert tað eina - Við Tjarnir.

 

Virðislønin fyri vinnandi navnið er 5000 krónur, og uppskotsstillarin var eisini við á parnassinum á Hotel Hafnia í dag og tók ímóti virðislønini.

 

- Ein tjørn verður oftast sett í samband við hugna og spæl. Hetta blanka eygað í lendinum er vakurt. Tjørn dregur lív til sín og nørir um lív og vøkstur kring um seg.

 

Nevndin, sum hevur valt millum innkomnu uppskotini, sigur, at tess meira tey tugdu navnið tjarnir, tess sannførdari vóru tey um navnið.

 

- At enda samdust vit um navnið Við Tjarnir.

 

Tað var Jonhard Mikkelsen, sum hevur verið í navnanevndini, sum avdúkaði navnið.

 

##med2##

 

Nevndin heldur, at hetta er eitt nýtt, vakurt føroyskt staðarnavn.

 

* sum hevur ein veruligan samleika við tjarnirnar í lendinum

 

* sum lóðar væl

 

* sum skapar góð hugasambond

 

* sum kundi verið um allar Føroyar.

 

Tí er navnið Við Tjarnir.

 

Tað var fyrr í ár, at navnakapping varð útskrivað til nýtt navn til nýggju stórhøllina, sum higartil hevur verið nevnd Føroya Arena. 

 

Men, tað navnið er nú "bannað", varð brosandi sagt á tíðindafundinum á Parnassinum á Hotel Hafnia fyri løtu síðan.

 

Ein navnanevnd varð sett at gjøgnumganga innkomnu uppskotini, og nevndin í sjálvsognarstovninum, sum byggir stórhøllina, tók undir við uppskotinum, sum navnanevndin mælti til.

 

Síðan er eisini arbeitt við búmerki og samleika, og á parnassinum í dag varð eisini kunnað um nýggju heimasíðuna - www.vidtjarnir.fo

 

##med3##

 


 

 

Á myndini eru Regin Dalsgaard, samskipari, Heðin Mortensen, borgarstjóri og Remy á For, sum átti vinnandi uppskotið um navn til stórhøllina í Hoyvíkshaganum. Myndir: Álvur Haraldsen

Jonhard Mikkelsen greiddi frá navninum, og Heðin Mortensen helt røðu, sum vit fara at venda aftur til.