Fyrrapartin í dag hevur Norðoyatunnilin verið stongdur, men tað var ikki orsakað av nøkrum óhappi.
Arbeitt verður við at gera veg leirvíksmegin tættt við munnan á tunlinum, og tá ið spreingjast skuldi, varð biðið um at fáa tunnilin stongdan ímeðan, so eingin bilur rendi seg í grót, um grót skuldi komið á vegin.