Stongdu Løgtingið og fóru at passa børn

Seinnapartin í dag endaði tingfundurin fyrr enn vanligt, tí at politikarar skuldu passa sínar húsligu skyldur Í dag endaði tingfundurin nakað fyrr enn vanligt.

Orsøkin var, at nakrir av politikarunum eisini høvdu sínar húsligu skyldur at passa og so mátti Løgtingið dvína.

Summir av politikarunum høvdu børn at

heinta og taka sær av og tí vórðu tvey mál tikin av skránni, so at løgtingsfundurin kundi enda stutt eftir klokkan 16 í dag.

Tá hevði tingfundurin vart í góðar fimm tímar, tí hann varð ikki settur fyrrenn klokkan 11 í dag.

Men tá ið klokkan var farin av fýra seinnapartin tók Kári á Rógvi orðið og bað um at fáa tey bæði málini, sum eftir vórðu at viðgera, av skránni.

Tað vóru tvey mál, sum hann átti sjálvur. Talan var um ein skrivligan fyrispurning, sum Annika Olsen, landsstýriskvinna, skuldi svara honum um kommunala stjórnarskipan og valreglur og ein skrivligan fyri spurning, sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, skuldi svara um førda fiskivinnupolitikkin.

Men tá ið klokkan gekk til fimm seinnapartin helt Kári á Rógvi, at nú nærkaðist tíðin, har Tingvarpið í sjónvarpinum mátti dvína fyri vanligu sjónvarpsskránni.

Samstundis vóru tað politikarar, sum høvdu børn at heinta og taka sær av, og summir politikarar vóru longu farnir at heim til sínar húsligu skyldur.

Samstundis hevur verið fýlst á, at

Løgtingið hevur ov lítið at gera og at tað er ov langt ímillum tingfundirnar.

Tí bað hann um, at teir báðir fyrispurningarnir vórðu tiknir av skrá, so at tingfundurin kundi enda og politikararnir sluppu til hús.

Og tað eftirlíkaði formaðurin. Hann segði, at biðjur ein spyrjari um spurningurin kann verða tikin av skránni, plaga formaðurin altíð at ganga áheitanini á møti.

Sostatt sluppu politikarar heim nakað væl fyrr seinnapartin í dag, enn útlitini annars vóru fyri.

Annars sigur Johan Dahl, landsstýrismaður og fyrrverandi løgtingsmaður við Sosialin í dag, at tað er verðins lættasta arbeiði og tað, sum øll kunnu klára, eisini fyri familjulívinum.