Stongdi konuna inni í kjallaranum í 16 ár

Løgreglan í brasilska býnum Sorocaba hevur tikið ein mann, sum er skuldsettur fyri at hava havt konu sína innistongda í kjallaranum í 16 ár. Løgreglan sigur, at maðurin varð tikin, eftir at onkur ónevndur boðaði løgregluni frá.

Sagt verður, at maðurin hevur havt samband við eina aðra kvinnu, og hana hevur løgreglan eisini tikið.

Ein talsmaður fyri løgregluna í Sorocaba sigur, at Joao Batista Groppo, sum er 64 ára gamal, varð tikin í gjár, og at seinni fann løgreglan 40 ára gomlu konu hansara í kjallaranum á einum húsum úti í einum skógi.

Unnustan hjá Joao, Maria Furquim, hevur sagt løgregluni, at Joao stongdi konuna inni, tí hon er so ágangandi og harðlig , men tað avsannar talsmaðurin hjá løgregluni.