Í dag vitja norsku forsætisráðharrahjúnini í Føroyum. Hetta er fyrsta ferðin síðani 1966, at ein norskur forsætisráðharri vitjar í Føroyum. Tá var tað Per Borten úr Senterpartiet, sum var forsætisráðharri.
Hetta vildi eg broyta við at vitja Føroyar í dag, segði Jens Stoltenberg í Norðurlandahúsinum í kvøld, har ein norsk-føroysk kvøldseta varð hildin.
Hann helt, at tað var sera hóskandi, at norski forsætisráðharrin vitjaði júst Føroyar á norska tjóðardegnum, 17. mai.
Men hetta er tó ikki fyrsta ferðin, at Jens Stoltenberg vitjar í Føroyum. Tey, sum vóru virkin í ungdómspolitikki í áttiárunum kendu øll Jens Stoltenberg, sum var formaður í AUF, sum er ungmannafelagið hjá norska Arbeiðaraflokkinum. Nógvir føroyingar samstarvaðu við Jens Stoltenberg gjøgnum norðurlendska felagsskapin hjá javnaðarungdómi, FNSU, har hann eisini var formaður.
Í juni mánaði í 1986 var Sosialistiskt Ungmannafelag vertur fyri FNSU-stjórnarfundi í Føroyum, og tá vóru bæði Jens Stoltenberg úr Noreg og Anna Lindh, sála, úr Svøríki við á fundinum. Tey vóru her eitt vikuskifti og vitjaðu ymsa staðni, eitt nú í løgtinginum, sum myndirnar vísa.
Myndirnar:
Á fyrstu myndini, sum er tikin uttan fyri løgtingið ein leygardag í juni í 1986 sæst Jens Stoltenberg fremst í myndini. Vit síggja eisini í bakið á Annu Lindh, sálu
Á næstu myndini síggja vit Gudmund Joensen, sála, Eyðólv Dimon, sum var formaður í SU, og Henrik Sørensen, sála, sum var formaður í DSU í Danmark.
Á triðju myndini síggja vit Jørgen Thomsen, sála, Hallstein Sigurðsson, Ednu Jørgensen, Jens Stoltenberg, Høgna Rasmussen og Tony Strøm