Petur Pólson ummælir nýggju fløguna hjá 200 ?Stokkhólmssyndromið? og teirra útgávukonsert farna leygardag
Petur greiður frá:
Nýggja fløga 200, Stokkholmssyndromið, hevur sítt navn eftir teirri sinnisstøðu, sum gíslar koma í, tá teir velja at elska sínar gíslatakar, fyri á tann hátt at koma ígjøgnum eina traumatiska uppliving.
Soleiðis, staðfesta 200, eru vit. Føroyingar. Vit hava stokkholmssyndromið, og ongin skal koma og siga okkum, at tað er ein sjúka, ein vrangstøða, ein ímynd.
200 hava arbeitt leingi við nýggju fløguni. Løgini eru meiri gjøgnumførd og gjøgnumarbeidd onkurvegna. 200 ljóða enn sum 200. Gittar-riffini eru pumpandi, gróthørð, tónleikurin er ágangandi og bassur Mikaels saman við trummum Una eru ein betongbotnur av hørðum, men samstundis einastandandi góðum, punkrokki.
Á reinsarínum í Havn løgdu 200 fyri við lagnum ?Leoland?, sum eisini er fyrsta lagið á nýggju fløguni. Lagið spyr, hvør ræður í Leolandi, og Niels bjóðaði beinanvegin áskoðarafjøldini at spyrja sama spurning. Sum heild eru 200, tó at teir eru punk rokkarar, sera snildir framførarar, og megna sannførandi at fáa fjøldina við. Inn í tónleikin. Tónleikurin er sera væl stuðlaður av Jónas Bloch, og ljóðaði tað sera væl.
Les seinnu helvtina av ummælinum á planetini