Matstovuvirksemi
Nú er tó vón fyri framman, bæði við matstovu og skeinking afturvið mati.
Á býráðsfundi í gjár skuldi Runavíkar býráð taka støðu til eina umsókn um skeinkiloyvi í Stokkastovuni í Saltangará, sum seinastu árini hevur verið karmur um John?s Resturant.
Uppgávan hjá býráðnum í slíkum føri er at gera sítt ummæli av umsóknini, og síðan er tað Loyvisnevndin, sum eigur avgerðina, um loyvi skal gevast ella ikki.
Harmast og fegnast
Rodmundur Nielsen, borgarstjóri, vildi týsdagin ikki upplýsa, hvør hevur søkt um hetta loyvi, men hann segði seg fegnast um, at býráðið nú enn einaferð sleppur at taka støðu í einum slíkum máli. Samstundis segði hann seg harmast um, at alt matstovuvirksemi í kommununi liggur lamið í løtuni.
- Eg haldi, at teir, sum nú hava søkt um skeinkiloyvi til matstovuvirksemi í Stokkastovuni, eru áhugaverdir persónar, sum hava hegni til at skapa røttu karmarnar um virksemið, sum ætlandi verður har.
Borgarstjórin sigur, at býráðið fyrr í summar viðgjørdi eina aðra umsókn um skeinkiloyvi í Stokkastovuni.
- Vit vóru eisini positivir fyri hesi umsókn, men hon náddi ikki undir land, tí stigtakarin slepti ætlanini.
Rodmundur sigur, at hann í spenningi bíðar eftir, at gongd aftur kemur á matstovuvirksemi í kommununi.
Fara til Havnar
Tað var John Arne Nilsestuen, sum átti og rak John?s Resturant, sum læt aftur 26. Apríl í ár.
Tá ið hann læt aftur, segði John Arne við Sosialin, at talið av vitjandi hevði verið minkandi gjøgnum veturin, og serliga síðan Runavíkar býráð avgjørdi ikki at geva Kenneth Rasmussen dansi-og skeinkiloyvi í kommununi, kom rættiligur stígur í.
- Tað virkaði, sum um fólk fóru í protest og vildu heldur ikki vitja okkum, tá ið avgerðin í býráðnum fyrilá.
John Arne vísti á, at fólk tosa um, at einki er í kommununi, men ein trupulleiki er, at nógv heldur velja at fara til Havnar at fáa sær ein bita enn at seta seg niður her í økinum. Hví so er, dugi hann ikki at siga.
Fyrimyndarligt
Rodmundur Nielsen sigur, at John Arne Nilsestuen røkti sítt skeinkiloyvi í Stokkastovuni fyrimyndarligt, og kommunan hevði ongar sum helst trupulleikar av hesum virksemi.
- Gongur alt, sum ætlað, vænti eg, at nýggja matstovan í Stokkastovuni letur upp seinni í heyst, sigur borgarstjórin.










