Týdningarmiklasta vinnuliga havnin í Kuvait fekk skaðar í einum iranskum dronuálopi í morgun.
Tað upplýsa myndugleikarnir í landinum, sum leggja aftrat, at eingi fólk fingu løstir í álopinum.
Boðini úr Kuvait koma, samstundis sum Iran hevur hildið fram við sínum álopum á londini kring Persaraflógvan.
Samstundis, sum USA og Ísrael leypa á Iran, hevnir Iran seg móti londum, sum USA og Ísrael samstarva við.
Shuwaikh-havnin, sum hon verður rópt, varð í morgun álopin við "fíggindaligum dronum".
Myndugleikarnir í Kuvait siga á X, fyrrverandi Twitter, at talan er um materiellar skaðar, sum havnin hevur fingið.











