– Tað sum eftir mínum tykki nú liggur best fyri er ein samgonga millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin. Tað verður ein breið og sterk samgonga, sum skal til, tí tað skulu gerast nakrar stórar nýskipanir, sum krevja eina breiða samgongu.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, sum nú ikki longur er í politikki. Hann stillaði ikki uppaftur á valinum hesaferð. Hann hevur verið virkin í landspolitikki, síðani hann fyrstu ferð varð valdur á ting í 2002.
– Men um tað ikki ber á mál við eini ABC samgongu – eini samgongu millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, so ímyndi eg mær eina samgongu millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Sjálvstýri. Tað hevði verið ein smøl samgonga við 17 tingfólkum aftan fyri seg. Tað er ikki ein breið samgonga, men tað kann vera eitt alternativ, um tað ikki ber á mál við breiðu samgonguni millum hinar stóru flokkarnar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Hann vísir eisini á, at Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin eiga at kunna finna út av eini loysn á sokallaðu tjóðarsemjuni.
– Tað snýr seg ikki um at rópa um loysing og samband. Aksel V. Johannesen hevur forklárað, hvat hann ætlar, og tað snýr seg ikki um loysing, sigur nú fyrrverandi politikarin og nýggi politiski viðmerkjarin, Kaj Leo Holm Johannesen í samrøðu við in.fo í morgun.












