Vikan, sum fer, er størsta avskipingarvika hjá Rock Trawldoors í Vági nakrantíð.
Hans í Líðini, stjóri, vísir á, at í vikuni hevur danski rækjutrolarin Ocean Tiger verið á Vági eftir 13,75 fermetra stórum lemmum sum vigaðu 13,2 tons tilsamans. Skipið keypti eisini eykaútgerð til lemmarnar.
- Við Smyrli seinnapartin í dag fara 2 stk. rulluvektir á 7 tons hvør, eitt sett av lemmum á 17 fermetrar, sum viga 16,4 tons tilsamans. Haraftrat fer eitt sett av lemmum á 12 fermetrar, sum viga 10,7 tons tilsamans.
Stjórin vísir á, at samanlagt útflytir Rock Trawldoors hesa vikuna lemmar og rulluvektir á 54,3 tons tilsamans, umframt lemmarskógvar til Gadus.
- Virðið av hesum liggur beint undi tvær miljónir krónur og er okkara størsta avskipingarvika nakrantíð. Men, hetta hevur eisini givið nógvar arbeiðstímar tilsamans seinastu vikurnar, sigur Hans í Líðini.










