Í fyrru steypakappingini í estetiskum fimleiki, sum var í Høllini á Hálsi í Havn í dag, var Støkk mest vinnandi liðið. Gentur úr Runavík vunnu tríggjar kappingar, meðan gentur úr Havnar Fimleikafelag vunnu tvær.
Fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki var í Høllini á Hálsi í dag, har Ljósið var vertur.
Klokkan 13.00 var kappingin fyri yngru liðini. Hjá pinkunum vann Flykran hjá Støkk framman fyri Fenju hjá Havnar Fimleikafelag. Firvaldar hjá Ljósinum fingu bronsuna.
Støkk vann eisini hjá smágentum. Gullvinnari varð Vipan hjá Støkk, silvur vann Nora hjá Havnar Fimleikafelag, meðan Nita hjá Havnar Fimleikafelag fekk triðja plássið.
Klokkan 16.00 var kappingin fyri tey eldru liðini. Tað eru gentur, unglingar og kvinnur. Meðan Havnar Fimleikafelag í fleiri ár hevur verið omaná, so kann sigast, at Støkk var omaná í dag. Tær vunnu eisini genturnar. Liðið hjá Støkk, Svalan, vann á Einu úr Havnar Fimleikafelag, ið vann silvur, og Ljósið, ið vann bronsu.
Hjá unglingunum vann Aldan hjá Havnar Fimleikafelag gull. Ljósið fekk silvur, og Viljin hjá Støkk fekk bronsu. Hjá kvinnunum luttóku hvørki Ljósið ella Støkk, her vóru bert tvey lið úr Havnar Fimleikafelag, Hulda vann framman fyri Hertu.
Seinna steypakappingin verður 15. mars, og tá telja karakterirnir frá fyrru kappingini við.
Síggið myndir frá kappingini í Høllini á Hálsi VIÐ AT TRÝSTA HER og VIÐ AT TRÝSTA HER