Støðan kristisk hjá ebolarakta í Stórabretlandi

Fyrsti ebolarakti persónurin í Stórabretlandi er nú í lívhættisligari støðu.

Pauline Cafferkey úr South Lanarkshire í Skotlandi, varð fyrsti bretski persónurin, sum fekk staðfest herviligu umfarsóttina, Ebola, og í dag staðfestu læknar, at støða hennara var nógv versnað.

 

Tíðindastovan, Circa News, skrivar, at sjúkrarøktarfrøðingurin, Pauline, fór til Sierra Leone í november í júst farna ári. Hon var partur av einum ferðaliðið av sjálvbodnum heilsuhjálparum, ið ætlaðu sær at vera um tey ebolaraktu í landinum. 

 

Eftir at ferðaliðið hevði verið í Sierra Leone í eina tíð, gjørdist greitt, at Pauline Cafferkey varð smittað. Síðani varð hon flogin til viðgerðar í London, og í dag varð sagt av sjúkrahúsinum, at støðan hjá henni er vorðin lívshættislig.

 

Ebola smittan hevur, sambært bretska tíðindastovuni, BBC, kravt fleiri enn 7.800 mannalív síðani hon av álvara fór at gera um seg fyri góðum ári síðani. Altjóða heilsufelagsskapurin, WHO, boðar eisini frá, at fleiri enn 20.000 fólk í Sierra Leone, Guinea og Liberia eru smittað við ebola.