Støðan er serliga ring í Havnini

Men tað hevur sína natúrligur forkláring, sigur landsbankin

Í fjør vóru tað eini 1.400 húski í Føroyum, ella 7,5 prosent av øllum húskjum, sum hava eitt skuldarlutfall, sum er oman fyri trý. Tað merkir, at tey skylda meiri enn tríggjar ferðir so nógv sum inntøkan hjá teimum er – áðrenn skatturin er goldin.  Tað vísir ein uppgerð hjá landsbankanum.

 

Landsbankin staðfestir eisini, at tað eru fleiri húski í Suðurstreymoy við einum skuldarlutfalli upp á yvir trý, enn tað eru á bygd. Ein orsøk til hetta er sjálvandi, at sethúsaprísirnir eru munandi hægri í høvuðstaðarøkinum.

 

Landsbankin sigur at vanliga verður mælt til, at eitt húski skal ikki skylda meiri 3,5 ferðir ársinntøkuna. Men í summum førum verða hægri skuldarlutfall loyvd, eitt nú um útlit eru til, at húskið fær skuldarlutfallið niðurum 3,5 uppá nøkur fá ár.

 

Men tað ber eisini til hava eitt høgt skuldarlutfall, uttan at skuldin er serliga stór. Er inntøkan lág, sum hjá einum lesandi, skal skuldin ikki at vera serliga stór, áðrenn hon er fleiri ferðir so høg sum ársinntøkan.

 

Men verður ístaðin hugt eftir húskjum við eini skuld upp á tvær milliónir, eru tað tilsamans 610 húski, sum hava eitt skuldarlutfall sum er omanfyri trý. Tað eru eini trý prosent 3 av øllum húskjum í Føroyum í 2020.

 

Talvan niðan fyri vísir, at tey, sum búgva í Suðurstreymoy hava nógv størri skuld at dragast við enn tey, sum búgva aðrastaðni. Tað eru nevnini eini 480 húski í Suðurstreymoy, sum hava eitt skuldarlutfall, sum er oman fyri trý, men í retini av landinum eri tað eini 130 húski. 

 

##med2##

 

Men sum tað eisini sæst á talvuni, eru tað yvir 140 húski í Suðurstreymoy sum skylda meiri enn fimm ferðir so nógv sum tey tjena og á bygd eru tað gott og væl 20 húski.