Eftir fleiri nætur á rað við eldásetingum av ymsum slagi og ófriði í forstøðunum kring Stockholm, fyrireikar svenska politiið seg nú til vikuskiftið. Og longu nú er greitt, at politistaliðið í svenska høvuðsstaðnum verður styrkt.
Tað er og verður ein umfatandi innsatsur, ið krevur nógv fólk, so vit fara at biðja ovastu politimyndugleikarnar um at fáa styrk, sigur Ilf Johansson, politimeistari, við avísina, Dagens Nyheter.
Í fyrsta umfari verður mett um, hvussu nógvum og hvat fyri slagi av politistum, brúk verður fyri um vikuskiftið, og síðani verður umbøn um at fáa so og so nógvar politistar send svenska ríkispolitiinum.
Serliga hava tað verið ungfólk av fremmandum uppruna, ið hava staðið fyri ófriðinum, sum byrjaði í Husby, men síðani hevur breitt seg til fleiri aðrar forstaðir til Stockholm.










