Stjórnin gevst við royndunum at selja TV2

Ein stórur partur av TV2 verður ikki seldur og latin frá tí almenna, soleiðis sum danska stjórnin hevur ætlað

Ein stórur partur av TV2 verður ikki seldur og latin frá tí almenna, soleiðis sum danska stjórnin hevur ætlað. Tað skrivar DR.

 

Mette Bock, mentamálaráðfrú, er givin við royndunum at selja ein stóran part av TV2 í hesi miðlasemjuni eftir mótstøðu frá Danska Fólkaflokkinum, skrivar DR.

 

Hósdagin segði stuðulsflokkurin hjá stjórnini, at tey vildu ikki ganga við til, at upp ímóti 40 prosent av TV2 skuldi seljast.

 

– Tað vil Danski Fólkaflokkurin ikki, og tað mugu vit so sjálvandi góðtaka, staðfesti mentamálaráðfrúan, Mette Bock, eftir dagsins miðlasamráðingar við stuðulsflokkin.

 

– Tú mást ongantíð siga ongantíð í politikki, men tað verður ikki í hesi syftu, sigur Mette Bock við DR.

 

Ynski hevur leingi verið at selja ein part av TV2 til ein privatan aktør, sum skuldi vera partur í menningini av landsfevnandi og miðlahúsinum, sum staturin eigur.

 

– Tað argar meg borgaranna vegna, at vit ikki fáa ein strategiskan minnilutaeigara upp í TV2.

 

– Ein, sum hevði eitt annað perspektiv upp á at menna eitt slíkt miðlahús við public service, trúvirði, danskt innihald og íløgur í nýggja tøkni, kundi verið góður fyri TV2, heldur Mette Boch.

 

Formaðurin hjá Danska Fólkaflokkinum á Fólkatingi, Peter Skaarup, sigur við Ritzau, at tey fegnast um avgerðina hjá mentamálaráfrúnni.

 

– Tað er ikki orsøk at broyta TV2, sum virkar skilagott í dag. Tað eru nógvir hyggjarar, sum fylga bæði høvuðsrásini og TV2 News, so tað er ikki neyðugt at broyta tað, og tað hevur stjórnin eisini viðurkent, at meiriluti ikki er fyri, sigur hann.

 

Eftir at Mette Frederiksen, forkvinna í Javnaðarflokkinum, í gjár boðaði frá, at flokkurin endaliga er úti av samráðingunum um eina nýggja miðlasemju fyri 2019 til 2023, eru tað bara stjórnin og Danski Fólkaflokkurin, sum samráðast.

 

Danski Fólkaflokkurin og stjórnin eru samd um milliónasparingar í DR, eina umlegging av lisensinum og skerjingar í Radio24syv. Men enn eru snávingarsteinar, sum skilja partarnar, sigur tingbólkaformaðurin hjá Danska Fólkaflokkinum.

 

– Vit royna framvegis at tryjja, at FM-bandið kann vera, sum tað er í dag. At fara at eksperimentera við tí nú, tá nógv ikki framvegis ikki brúka DAB, halda vit ikki vera skilagott.

 

– So skuu vit sjálvandi eisini hyggja eftir teimum sparingum, sum hava verið planlagdar á TV2-regiónunum, sum vit ikki ynskja sigur hann.

 

Nær endaliga miðlasemjan er í hús er ringt at siga, heldur hann.

 

– Tað hevði verið gott, um tað var í næstu viku. Um ikki, so taka vit tað har frá, sigur Peter Skaarup.

 

/ritzau/