Samráðingarnar um at skipa nýggja stjórn í Danmark halda fram í dag klokkan 8.30 á Marienborg.
Tað upplýsir danski Javnaðarflokkurin í tíðindaskrivi.
Evnið fyri fundirnar í dag er heilsuøkið.
– Vit samráðast við allar flokkar, sum enn eru við í tingingunum. Raðfylgjan av fundum verður løgd til rættis eftir, hvat best praktiskt ber til, skrivar flokkurin.
Danmarksdemokratarnir eru einasti flokkur higartil, sum ikki er við í samráðingunum.
Fríggjadagin vóru næstan allir flokkar á Marienborg fyri at fara undir fyrstu samráðingarnar við virkandi forsætisráðfrúuna og forkvinnuna í Javnaðarflokkinum, Mette Frederiksen.
Tað eru bara Nye Borgerlige, sum ikki hava verið og samráðst enn. Tann møguleikan fær flokkurin í morgin.
Í valstríðnum hevur heilsuøkið verið nógv á skránni – millum annað undir floksleiðarakjakunum.
Í sambandi við eitt kjak í DR Koncerthuset síðstu dagarnar undan valinum segði Mette Frederiksen, at tað er eitt gott hugskot at hyggja upp á bygnaðin í heilsuverkinum.
Og so vendi hon sær móti Lars Løkke Rasmussen, formanni hjá Moderatunum, sum í stóran mun hevur brúkt valstríðið at tosa um heilsu.
– Og eg haldi, at tú og eg, Lars, væl kunnu semjast um nógvar bygnaðarbroytingar á heilsuøkinum. Bara vit minnast nærleikan og ikki miðsavnan, segði hon.
Sambært Lars Løkke Rasmussen er nakrar ógreiðir regionalir munir í heilsuverkinum. Tað er eisini tí, at hann er fortalar fyri einum donskum sjúkrahúsverki.
Javnaðarflokkurin upplýsir ikki, hvørji ítøkilig evni á heilsuøkinum vera til umrøðu í dag.
Á valinum týsdagin fekk reyði vongur júst 90 sessir og harvið meiriluta. Men Mette Frederiksen heldur framvegis fast um, at hon vil skipa eina stjórn um miðjuna.
Eftir valið varð Mette Frederiksen mikudagin tilnevnd sum samráðingarleiðari, tá allir 12 flokkarnir vóru framvið hjá drotningini fyri at peika á ein kongaliga kannara. Her peikaði reyði vongur og Moderatarnir á forkvinnuna í Javnaðarflokkinum.
Tað er tó lagt upp til nakrar dagar við politiskari togtogan.
Eins og Javnaðarflokkurin vilja tey Radikalu og Moderatarnir hava eina stjórn um miðjuna.
Eindarlistin, SF og Alterntivið vilja í staðin varðveita reyða stjórnargrundarlagið. Tað hevur síðani fólkatingsvalið í 2019 verið karmurin um einfloksstjórnina hjá Javnaðarflokkinum, við SF, Eindarlistanum og teimum Radikalu sum stuðulsflokkar.
/ritzau/