Stjórin í Sea Shepherd biðin at møta í Føroya Rætti

Løgreglan stóð fyri honum, tá ið hann fór av fundi í Fólkatinginum í gjár, um grindadráp

Stjórin í Sea Shepherd, Alex Cornelissen, skal nú møta í Føroya Rætti.

 

Í gjár var hann við á upplýsandi fundi í Fólkatinginum um grindadráp, og Sea Shepherd sigur, at tá ið hann kom av fundinum aftur, stóð løgreglan fyri honum við eini stevning, har hann verður boðsendur at møta í Føroya Rætti.

 

Sea Shepherd sigur, at hann er stevndur fyri Føroya Rætt í sambandi við herferðina ímóti grindadrápi í summar.

 

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking frá løgregluna at vita, hví, stjóri í Sea Shepherd skal møta í rættinum, og verjin hjá felagsskapinum í Føroyum, Jógvan Páll Lassen hevur einki hoyrt.  

 

Vit fara framvegis at royna at fáa fatur á løgregluni at vita, hví stjórin í Sea Shepherd skal møta í rættinum.