Stjórin á Portal.fo farin frá

Sambært skráseting Føroya er stjórin á Sp/F Knassum, Niklái Nysted, farin frá

Nýggjur stjóri í felagnum er Bárður Kass Nielsen, sum annars var nevndarformaður. Av tí at sami persónur ikki kann vera stjóri og nevndarformaður, so er hann samstundis farin frá sum nevndarformaður. Nýggj nevndarforkvinna er Ingvør Dalbø Mikkelsen.

Sambært skrásetingini er Niklái Nysted í gjár farin frá sum stjóri, eins og framdar eru viðtøkubroytingar í felagnum, sum tó ikki síggjast alment hjá Skráseting Føroya.

Upprunaliga vóru Knassar ein KT fyritøka, men í 2013 keypti felagið Portal.fo frá Føroya Tele, sum Sosialurin hevði røkt tíðindapartin á síðani 2000. Í tí sambandinum fóru Sosialurin og Miðlahúsið undir sína egnu tíðindasíðu, in.fo, í 2013.

Tað er sterka reiðaríið í Gøtu, P/F Varðin, sum fíggjar portal.fo og sum sambært Skráseting Føroya eigur 50 prosent av partapeninginum. P/F Varðin hevur fíggjað keypið av Portal.fo, sum Sp/F Knassar ikki enn er byrjað at gjalda niður uppá, hóast keypið nú er 11 ára gamal. Sambært seinasta ársroknskapi hjá Sp/F Knassum er skuldin til P/F Varðan (leyst atknýtt felag) slakar 5,8 milliónir krónur.

Leiðslubroytingin í felagnum, við fólki við tilknýti til P/F Varðan, bendir á, at Varðin nú tekur um endan á felagnum.

Sambært Skráseting Føroya er endamálið hjá Sp/F Knassum "at reka handil og virksemi annars innan dáta og aðra útgerð, miðlan og veitan av internettænastum og at reka annað starv í hesum sambandi". Og sambært Skráseting Føroyar eigur P/F Varðin 50 prosent av felagnum, Niklái eigur 25 prosent og Jón Nysted 25 prosent.