Millum tey handtiknu eru Ramazan Doğru og Akin Çelik, sum eru stjórar í felagnum, sum eigur kolanámið. Teir eru tiknir í sambandi við skuldsetingar um, at trygdin í náminum var alt ov vánalig.
Myndugleikarnir siga, at 301 arbeiðsmenn doyðu, tá eldur stóðst av einari spreinging niðri í náminum.
Turkiska stjórnin hevur lovað, at málið verður kannað sera gjølla.