Stjørnuskot millum skjúttarnar

Annika Vang tók bæði seg sjálva og onnur á bóli, tá hon so ruddiliga setti persónligt met í recurve-skjótingini

Guernsey: Hóast føroyska liðið - sum tað framgongur aðrastaðni ? misti gullið í bogaskjótingini týsdagin, var so væl og virðiliga rúm fyri smílum á liðnum.
Eingin av hesum mundi tó hava størri smíl enn Annika Vang. Sum vit skrivaðu í mikudagsblaðnum, so hevði hon á 70 metrunum betra persónliga metið við ikki færri enn 50 stigum, og tó at hon seinni datt av bronsuplássinum, so var talan so ruddiliga um persónligt met hjá bert 14 ára gamla skjúttanum.
At hon hevur tað í blóðinum, er einki at ivast í. Foreldrini bæði, Schandorff og Sigrid, hava gjøgnum árinin vunnið hópatals gullmerki heim til Føroya. Bæði hvør sær og í felag. Nú skal mann nokk ansa sær at rópa húskið fyri tað, sum danir nevna »en skydeglad familje«, men tað munnu í øllum førum fara nakað væl av pílum gjøgnum luftina millum ár og dag. Og

Tá alt varð talt saman um hálvgum fýra tíðina, stóðu ikki færri enn 954 stig á kontini, og tó at hon ikki hevði staðið seg eins væl á 50 metrunum, so var frøin stor. Eftir at hon stórleypandi var komin yvir at hálsfevna pápan og siga frá, hvussu seinasta umfarið hevði skorist, fingu vit orðið á hana.
- Nú havi eg ikki endaliga talið enn, men á 70 og 60 í gjár var í øllum førum persónligt met. 50 meturin var á leið tað sama, sum eg havi skotið heima, og 30 meturin havi eg ikki endaliga fingið talið á enn, men samanlagt man hetta í øllum førum vera tað besta, sum eg havi skotið.
Og at fáa slíkar seriur sum hesar á oyggjaleikunum, er tað ikki nakað heilt fyri seg?
- Jú, hetta hevur verið stuttligt. Virkeliga stuttligt. Og so havi eg eisini fingið nakrar royndir, sum heilt víst kunnu koma mær til góðar seinni. Vónandi um tvey ár, tá man aftur er á oyggjaleikum, segði ein fegin Annika at enda.