Nú valstríðið upp undir svenska ríkisdagsvalið er byrjað, vísir tann fyrsta meiningakanningin, at í løtuni eru stjórnarflokkarnir eitt vet framman fyri andstøðuflokkarnar.
Eftir kanningini høvdu teir borgarligu stjórnarflokkarnir fingið 48 prosent, um val var nú, meðan andstøðuflokkarnir høvdu fingið 45 prosent. Munurin er heldur størri enn í einari meiningakanning, sum bleiv gjørd fyri einum mánað síðani.
Annars hava andstøðuflokkarnir havt munin í meiningakanningunum, sum eru gjørdar tey bæði seinastu árini.
Størsti flokkur á komandi valinum verður sambært teirri nýggju kanningini Socialdemokraterna við 31,6 prosentum. Í hølunum á honum kemur Moderaterna við 30,5 prosentum.