Stjórnarskipanaruppskotið og Færø-Udvalget

Jógvan Sundstein
------------------
Eg setti meg við áhuga at lurta eftir hoyringini í dag í Færø-Udvalget um tað uppskotið, sum stjórnarskipannarnevndin hevur greitt úr hondum, og sum nú liggur í víðkaðari rættarnevndini til víðari viðgerð í Løgtinginum. Tað er ikki tí, at Færø-Udvalget hevur mín stóra áhuga, men tað hevur harafturímóti sjálvt uppskotið um nýggja stjórnarskipan. Eg havi áður skrivað um tað í fleiri greinum, millum annað havt tann heiður at hava eina grein í Føroyskum Lógar Riti vol. 6 frá januar 2007. Tað er eitt stórt og drúgt arbeiði, sum liggur aftan fyri uppskotið, og ikki minst er at fegnast um, at allir flokkar eru samdir um framløguna í tinginum. Eg eri eisini fultút samdir við, og frøðist yvir, uppskotið. Serliga tað hábærisliga formæli og fyrsta partin um stýrislagi.
Men sum ikki eina ferð, tá føroyingar tykjast samdir, so kemur onkur ormur upp í leikin. Arbeitt hevur verið í friði og náðum, men so byrja danir at leggja seg útí viðgerðina. Fyrst er tað Edmund Joensen, sum dregur málið í Fólkatingið, og so fær hann góða hjálp frá Søren Espersen úr Danska Fólkaflokkinum, sum tekur málið upp í Føroya nevndini.
So vítt eg kundi síggja á myndunum, so vóru ikki nógvir nevndarlimir á fundinum, eg haldi einir 6-7 limir. Tað var statsministarin, sum skuldi svara, meðan tey, sum høvdu orðið, vóru fyrst og fremst Søren Espersen og Høgni Hoydal, og síðani partvís Line Barfod og Edmund Joensen. Søren Espersen vildi gera alt føroyska arbeiði til nakað meira ella minni ólógligt, hetta var at fáa sjálvstýrið inn gjøgnum bakdyrnar. Ella við øðrum orðum: hvat billa føroyingar sær inn, sjálvir at koma við loysnini uttan at spyrja danir fyrst.
Statsministarin svaraði lítið sjálvstøðugt. Hann las burtur úr notatinum frá løgmálaráðnum, og síðani víðari í orðaskiftinum vísti hann mest til hetta notatið. Høgni Hoydal, sum annars argumeteraði rættiliga væl, fekk ongatíð nakað heilt greitt svar frá statsministarnum, tá hann spurdi um føroyska fólkið hevði sjálvsavgerðarrætt og annars javnbjóðis rættindi við onnur fólk.
Mest snúði orðaskiftið seg um »ríkisfelagsskapin« og donsku grundlógina. Heilt týðuligt var, at hvørki Søren Espersen ella Lars Løkke Rasmussen vóru fullkomnir í søguligi gongdini. Veruleikin er tann, at Føroyar ongatíð eru innlimaðar í danska ríkið ella Danmark. Føroyar komu í síni tíð sum partur av norska ríkinum í kongsfelagskap við Danmark. Sum partur av norska ríkinum góðtóku Føroyingar í 1662, at Fríðrikkur 3 var einavaldskongur teirra. Í 1814 mátti Fríðrikkur 6 (framvegis einavaldskongur) frásiga sær Noreg, meðan hann framhaldandi varð kongur í tí partinum av Noregs ríki, sum lá vesturi í havi, harímillum Føroyar. Føroyar vóru sostatt framhaldandi í kongsfelagsskapi við Danmark, men ikki sum partur av Danmark. Í 1849 gav Fríðrikkur 7 Danmark nýggja grundlóg við fólkaræði. Hendan lóg varð góðkend av kompotentum myndugleika í Danmark, men ikki av føroyska fólkinum ella umboðum fyri fólki. Men Føroyar vóru eisini eitt annað ríki enn Danmark. Kortini tinglósu danir grundlógina nøkur ár seinri í Føroyum uttan heimild og uttan góðkenning fóksins, hvørki tá ella seinri. Tá Føroyar sostatt ongatíð eru innlimaðar í Danmark, kann ein væl pástanda, at Føroyar heldur ikki eru umfataðar av grein 1 í grundlógini (alle dele af Danmarks rige). Ríkisfelagskapurin er tí ein ríkjafelagsskapur við sama regenti.
Danska løgmálaráðið tekur heldur ikki hædd fyri hesum og setur í sínum notati fram tey vanligu sjónarmiðini, at tað føroyingar eru í ferð at gera er í stríð við grundlógina, og gevur í øllum førum trupulleikar mótvegis grundlógini. Sama ger løgtingsumsitingin partvís eisini. Hædd verður heldur ikki tikin fyri, at í mongum førum seinastu 60 árini hevur grundlógin verið hildin fram sum forðing fyri mongum frambrotum, sum seinri eru gjøgnumførd, tí politiski viljin var til tess. Munur er á betongjura og gummijura. Munur er eisini á ringum og góðum vilja. Sum ein av teimum, ið arbeiddi nógv við yvirtøkuni av undirgrundini kann eg vísa á, at tað bar til at gera tað møguligt, sum annars varð framhildið sum ómøguligt. Tað skilagóða vinnur altíð til síðst á skilaloysinum.
Stjórnarskipanaruppskotið er ikki eitt amboð fyri at fáa loysingina inn gjøgnum bakdyrnar ella nakað líknandi, sum onkur, ja sjálvt statsministarin, hevur sagt. Slíkt er tvætl. Arbeitt hevur verið í fullum dagsljósi. Fleiri álit eru løgd fram. Bæði í Føroyum og Danmark hevur alt verið upplýst og almannakunngjørt.
Uppskotið til stjórnarskipan Føroya er ein staðfesting av verandi støðu við týðuligari orðing av, at Føroyar eru land, føroyingar eru tjóð og, at alt vald í landinum er hjá Føroya fólki. Staðfestingasr, sum roknast at vera sjálvfylgjuligar. Síðani eru reglur um, hvussu tilgongdin og framferðarhátturin skal vera, um politiska skipanin skal broytast. Núverandi politiska skipanin verður ikki broytt av at samtykkja stjórnarskipanarlógina, men reglurnar verða greiðari viðvíkjandi tilgongdini, um skipanin skal broytast. Fólkið skal taka avgerðina, tí valdið skal liggja hjá fólkinum og ikki danska løgmálaráðnum.
Eitt gamalt herróp var, at í Føroyum skulu føroyingar ráða, og vit kunnu skoyta uppí og ikki Søren Espersen.