Stjórnarskifti er á veg í Póllandi, eftir at tann konservativi stjórnarflokkurin PiS tapti tjóðartingsvalið í gjár Jaroslaw Kaczynski, forsætisráðharri, ásannaði í gjárkvøldið, at flokkur hansara hevði tapt valið.
Sambært valnevndini fekk flokkurin hjá forsætisráðharranum, PiS, góð 31 prosent av atkvøðunum. Tann frælslynti flokkurin PO gjørdist landsins størsti við umleið 44 prosentum av atkvøðunum, og floksformaðurin, Donald Tusk, verður nýggjur forsætisráðharri.
Góð 55 prosent av teimum polsku veljarunum vóru á vali í gjár.