Stjórnarleiðarar hittast fríggjadagin

Kim Kielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, verður fríggjadagin vertur fyri árliga ríkisfundin millum stjórnarleiðararnar í danska ríkinum. Tað upplýsir løgmansskrivstovan.


Umframt Kim Kielsen, so luttaka Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Lars Løkke Rasmussen, danski forsætisráðharrin, á fundinum.


Seinastu árini hevur stórur alheims áhugi verið fyri mineralríkidøminum, ið er í grønlendska undirgrundini. Stórar altjóða fyritøkur hava ligið framvið, og fyri fáum árum síðani lat fyrsta rubinnámið upp í Aappaluttoq.


Tað verður har, við rubinnámið, at stjórnarleiðararnir í ríkinum hittast. Evnið á fundinum verður sum vanligt samstarvið í ríkisfelagsskapinum og evni av felags áhuga.