Danska stjórnin verður broytt eitt sindur aftan á forsætisráðharraskiftið í dag, men talan verður neyvan um nakra stóra broyting í hesum viðfangi Millum annað er greitt, at Danmark skal hava annan fíggjarmálaráðharra eftir Lars Løkke Rasmussen, nú hann er vorðin forsætisráðharri.
Harafturat er greitt, at stjórnin skal hava nýggjan ráðharra í vælferðarmálum, nú Karen Jespersen hevur boðað frá, at hon vil sleppa seg úr starvinum.
Lars Løkke Rasmussen segði í dag, at hann fer at brúka teir næstu dagarnar til at umhugsa støðuna.
Politiskir eygleiðarar í Keypmannahavn vænta ikki nakra stórvegis stjórnarbroyting á hesum sinni. Hinvegin vænta teir, at nýggi forsætisráðharrin fer at fremja fleiri broytingar seinni, og at yngri kreftir fara at sleppa í stjórnina fyri nakrar av teimum eldru.