Stjørnan og Tjaldur fyrsta finaludystin um tvær vikur

Fyrsta av finalunum um føroyameistaraheitið í Sunset-kappingini verður í Runavík mikukvøldið 8. apríl, har Tjaldur tekur ímóti Stjørnuni

Líka til seinnapartin sunnudagin vóru trý lið um boðið at møta Stjørnuni í finalunum um føroyameistaraheitið hjá kvinnunum, men tá avtornaði, beindu VB og Neistin fyri hvørjumøðrum, tí tey spældu javnt, meðan Tjaldur við sigri á Stjørnuni vann sær pláss í finaluni, hóast eitt landskappingarumfar enn er eftir.

Nú er so ásett, nær finaludystirnir verða spældir. Lagt verður fyri í ítróttarhøllini í Runavík mikukvøldið 8. apríl, og síðani møtast liðini aftur leygardagin 11. apríl í KÍ-høllini í Klaksvík. Hevur hvørki liðið vunnið báðar tær undanfarnu finalurnar, verður ein møgulig triðja finala eisini í Klaksvík, og so verður hon mánadagin 13. apríl, sum er annar páskadagur.

Um hugt verður at teimum fýra landskappingardystunum millum Stjørnuna og Tjaldur í vetur, so hava teir samanlagt verið so javnir, at liðini hava vunnið tveir í part og Stjørnan hevur samanlagda málmunin 101-100. Tað vil siga, at um liðini skuldu endað jøvn í stigum í landskappingini undan finalunum, hevði Stjørnan framvegis havt fyrimunin við hesum eina málinum.

Stjørnan og Tjaldur møttust eisini í steypafinaluni í ár, sum var spæld í Havn tann 7. februar. Dysturin endaði við 25-23 sigri til Stjørnuna, sum hevur vunnið steypakappingina fimm av teimum síðstu seks árunum.

 

Javnir dystir

Av teimum trimum, sum hava jagstrað møguleikan at sleppa í finalurnar ímóti Stjørnuni, hevur VB havt tey bestu úrslitini ímóti klaksvíkskvinnum at vísa á. Í teimum fýra dystunum ímóti Stjørnuni hava liðini vunnið hvør sínar tveir – og tvær ferðir hava tey vunnið við einum máli á hvørjum øðrum. Málmunurin fyri teir fýra dystirnar er púra javnur: 99-99.

Neistin hevur spælt ein javnleik og vunnið ein dyst ímóti Stjørnuni, sum so hevur vunnið tveir. Og samanlagt hevur Stjørnan í málum vunnið 101-79 á Neistanum, sum á pappírinum kanska sá út sum minst vandamikli avbjóðarin hjá Stjørnuni.

Alt hetta kann tó gera VB og Neistanum tað sama nú, tí fyri teirra viðkomandi er kappingarárið liðugt, hóast tey hava hvør sín dyst eftir at spæla. Tað sama hevur leingi verið galdandi fyri StÍF og Kyndil, sum stórt sæð alt árið hava verið eitt fitt petti aftan fyri tey fýra fremstu í Sunset-kappingini.