Tað fekk bikarið at flóta yvir hjá Rógva Nielsen, tá ið Una Olsen miðskeiðis í seinna hálvleik var tikin heldur harðliga í verjuni hjá Søljuni. Venjarin hjá Stjørnuni hótti við at taka liðið av vøllinum, um dómararnir ikki steðgaðu harða spælinum. Men Rógvi fekk at vita frá øðrum dómaranum, at hann ikki skuldi misnýta sína makt innan HSF til at hótta dómararnar.
Tað er hvør sítt
Dómarin, Dánjal Samuelsen, sigur, at Rógvi Nielsen segði við seg, at um leikarin hjá Søljuni, ið hevði havt nærdyst við Unu Olsen, ikki bleiv revsaður, so tók hann liðið av vøllinum.
Hetta fekk Dánjal Samuelsen til at siga við Rógva, at hann ikki skuldi misnýta sína positión innan hondbóltssambandið til at hótta dómararnar við at taka liðið av vøllinum.
- Atburðurin hjá Rógva Nielsen og fleiri av leikarunum hjá Stjørnuni var stak vánaligur undir dystinum, og Rógvi má minnast til, at hann er ein partur av starvsnevndini í HSF, sigur Dánjal Samuelsen.
Men Rógvi Nielsen er rúkandi ósamdur í hesum. - Tað er rætt, at eg hótti við at taka liðið av vøllinum, men tað er blóðskeivt at blanda mín leiklut sum venjara hjá Stjørnuni saman við mín leiklut innan hondbóltssambandið, tí tað hevur einki við hvørt annað at gera, sigur Rógvi Nielsen, sum situr í starvsnevndini í HSF og eisini er venjari hjá kvinnulandsliðnum.