Stjørna rýmir úr Juventus

Franski landsliðsspælarin David Trezegeut er so fortørnaður inn á seinasta sáttmálauppskotið hjá italska felagnum Juventus, at hann nú vil sleppa burtur frá felagnum. Trezegeut hevur spælt í Juventus síðani 2000, og seinastu tíðina hava partarnar samráðst um ein nýggjan sáttmála. Tá ið Juventus so legði eitt uppskot á borðið, helt Trezegeut tað vera so vánaligt, at hann vil sleppa burtur frá felagnum.