Stjørna helt nýggjár á vertshúsi og tók øll á bóli

Hollywoodstjørnan gav umgang á lokala vertshúsinum.

Filmsstjørnan Nicolas Cage tók gestirnar á bóli, tá hann nýggjársaftan kom inn á lokala vertshúsið Trampway Wells í Sommerset økinum í Onglandi.

Cage, ið sigt kunna borga fyri eini 165 milliónum krónum, rindaði eisini uttan víðari tær 90 krónurnar, sum tað kostar í árligum limagjaldi at vera limur og hava atgongd til verthúsið.

Gestirnir settu næstan í hálsin, tá heimsstjørnan bjóðaði umgang til allar gestirnar, skriva enskir miðlar, og Cage hevði heldur onki ímóti at taka sjálvsmyndir saman við gestunum.

Orsøkin til, at Cege kom á vitjan er, at hann síðani 2006 hevur átt ein garð í Baltonsborough í Sommerset, og har er hann ofta um jóltíðir og á nýggjárinum.