Stjóri heiðraður fyri at hugsa um fólk

Tey hava sett tiltøk í verk við tí endamáli at geva fólki frið heima við hú

Seinastu tíðina hava tey á Skipasmiðjuni, MEST, sett tiltøk í verk við tí endamáli at tey, sum búgva rundan um skipasmiðjuna verða órógvað sum minst.

Trina Eysturoy, forkvinna í felagnum Heimafriður, sigur, at tað er orsøkin til at tey nú hava gjørt av at geva MEST eitt heiðurbræv.

Tað var Trina Eysturoy, forkvinna, sum handaði Mouritz Mohr, stjóra, heiðursbrævið. Grundgevingin fyri heiðurinum er, at MEST hevur gjørt sítt til at tryggja borgarum í grannalagnum hjá skipasmiðjuni heimafrið.

– Við slíkum heiðuri ynskir Heimafriður at heiðra fyritøkum og kommunum, sum taka atlit til sínar grannar og borgarar, sigur hon í einum tíðindaskrivi í dag.

Tað er eitt ár síðani at felagið, Heimafriður, varð stovnað við tí endamálið at virka fyri, at larmur og roykur frá havnarløgum, verður avmarkað.

Og tey siga, at síðani er ein broyting farin fran, og serliga er tað skipasmiðan Mest, sum hevur framt broytingar.

– Seinastu tíðina eru nærum øll skip, sum eru komin á skipasmiðuna á vestaru bryggju í Tórshavn, løgd um til landstreym. Tey á Mest hava sjálvi tikið stig til hesa broyting.

Harafturat hevur Mest boða fólki frá, at hava tey eitt hvørt arbeiði, sum larmar serliga illa, royna tey at leggja tað til rættis soleiðis at gangurin órógvar minst møguligt.

– Hesa broyting merkja grannarnir til skipasmiðjuna sera væl, siga tey í Heimafriði.

Tey siga, at Mouritz Mohr, stjórið á Mest, tók ímótið heiðursbrævinum, og bæði hann, og starvsfólkini á Mest, eru sera fegin, og ovfarin um heiðurin. Mouritz Mohr helt ikki sjálvur, at teir hava gjørt so nógv, men við teimum tiltøkum, tey hava sett í verk, vísir fyritøkan samfelagsábyrgd, siga tey í Heimafriði.

– Hetta er eisini prógv um, at smáar broytingar, kunnu gera ein ómetaliga stóran mun fyri Heimafriðin hjá borgarum, sigur Trina Eysturoy.

 Heiðursbrævið til MEST er soljóðandi:

Heimafriður vil við hesum heiðursbrævi takka MEST fyri at skipa soleiðis fyri, at skip, sum MEST hevur havt í varðveitslu, í rúma tíð ikki hava órógvað tey, ið búgva í økinum við vestaru bryggju í Tórshavn. 

Tykkara íkast vísir, at MEST tekur samfelagsábyrgd. Hetta hevur ómetaligan stóran týdning fyri heimafriðin hjá teimum sum búgva í grannalagnum.