Stjórin skal hava listarligu ábyrgdina av Tjóðpallinum, og hann skal standa fyri menningini av nýggja leikhúsinum.
Krøvini til nýggja stjóran eru, at hann skal hava visiónir at menna leilistina, hann skal hava leiklistarliga útbúgving ella royndir innan leiklist, hann skal hava leiðslu- og samstarvsevni og hava innlit í fíggjarviðurskifti og fyrisiting.
Lønin hjá stjóran verður 34.000 krónur.
Ætlanin er, at stjórin skal setast frá 1. februar ella skjótast til ber, og tá stjórin er settur, fer Tjóðpallurin av álvara undir stítt virksemi.
Freistin at søkja stjórastarvið er 20. desember.