Stjórar fortelja um sínar royndir til Vinnudagin

Ein fyrrverandi stjóri í Google kemur at tosa um tøkni og innovatión

28. september verður árligi Vinnudagurin hildin í Norðurlandahúsinum, har føroyska vinnan verður hátíðarhildin við forvitnisligum fyrilestrum, og har ársins virki og átak eisini verða kosin. 

 

Á skránni verður m.a. Julio Zaguini, sum hevur starvast á høvuðssætinum hjá Google í Silicon Valley og staðið á odda fyri marknaðarføringi av Google í Latínamerika. Seinasta árið hevur Julio Zaguini arbeitt sum íleggjari og ráðgevi. Hann fer at tosa um nýggjastu vitanina innan tøkniliga menning og um, hvussu fyritøkur kunnu fyrireika seg til nýggjar møguleikar og avbjóðingar.

 

Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe, ið stendur aftanfyri donsk-føroysku ruskspannina, DropBucket, kemur at greiða frá hennara royndum. Eisini kemur hon inn á drúgva stríðið móti matstovuketini, Bones. 

 

Jonne Hellgren er stjóri og ein av stovnarunum av RePack. RePack er skjótt vaksandi fyritøka, sum veitir burðardyggar endurnýtsluloysnir innan pakka- og flutningstilfar til e-handil. Hann kemur m.a. at greiða frá hvørjar avbjóðingar vit hava í brúkarasamfelagnum, nú alsamt fleiri vørur verða keyptar á netinum

 

Eisini verða styttri fyrilestrar á skránni, og her fara Árni Skaale, stjóri í LookNorth, Mariann Klein Ivansdóttir, stjóri í Royal Intercoiffure, Karin Visth, vínserfrøðingur á KOKS, og Guðrun Rógvadóttir, stjóri í Guðrun & Guðrun, at greiða frá sínum royndum við at selja vørur sínar til heimsmarknaðin.