Stjólu stólar fyri 1,8 mió frá læraraskúla

Danmark: Hvat skulu tey lesandi á Lærara- og Námsfrøðiliga skúlanum í danska býnum Vordingborg sita á, tá undirvísingin byrjar aftur í september?

Hetta er ein góður spurningur, eftir at útbúgvingarstaðið hevur havt óbodnar gestir. Her hava tjóvarnir á miðjari nátt stolið ein hóp av stólum úr festsalinum. Talan er um stólar av slagnum 7 eftir Arna Jacobsen í trimum ymiskum litum.

Í gjárkvøldið bað løgreglan øll tey, ið vistu nakað um hetta um at seta seg í samband við tey. Virðið av stólunum er mett til 1,8 mió krónur.

Ránið varð fráboðað týsmorgunin. Men undirvísingarleiðarin á Vordingborg Statsseminarium, Stina Møllenbach lovar, at teir nýggju næmingarnir fáa allir eina hjartaliga móttøku.

- Men spurningurin er, um móttøkan verður í festsalinum ella ikki, vísir hon á.

(Horvnu stólarnir eru av merkinum 7, meinlíkir teimum á myndini, men eru tó "yvirtrektir")