Í dag var løgreglan uppi í Rúsuni í Havn eftir einum manni, sum ætlaði at snýkja seg út við eini hálvari fløsku av brennivíni, sum hann ikki hevði goldið fyri. Ein tilkomin maður, sum var í Rúsuni í dag, varð meldaður av starvsfólkunum, tí hann gekk fram við kassanum uttan at gjalda fyri eina hálva fløsku, sum starvsfólkini vistu, at hann hevði tikið úr handlinum og hevði uppi á sær.
Í Rúsuni afturhildu tey mannin, til løgreglan kom á staðið.
Vakthavandi sigur í kvøld, at maðurin hevði tikið við sær eina hálva fløsku av brennivíni, sum hann ikki ætlaði sær at gjalda fyri.
- Vit staðfestu, at tað var rætt, sum starvsfólkini søgdu, og maðurin varð ákærdur og fekk bót á staðnum, sum tað verður rópt.
Vakthavandi sigur, at ein slík bót avhongur av, um viðkomandi hevur stolið áður, og hvussu stórur stuldurin er.
- Vanligt hevði verið at givið eina ávaring í fyrsta umfari, men í hesum førinum var hetta ein gamal kenningur, sum tey í Rúsuni høvdu eyguni eftir - og soleiðis avdúkaðu fyri stuldur, tá viðkomandi bara gekk fram við kassanum uttan at gjalda, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
Vakthavandi sigur, at tað meiri enn so kemur fyri, at tey verða boðsend, tí handilsfólk meta, at stuldur er framdur.
- Men hetta er ikki spesielt í Rúsuni, verður lagt aftrat.










