Danska løgreglan leitar eftir einum norðmanni, sum stjól tveir virðirmiklar málningar á einum harragarði nærhendis Aalborg mánanáttina.
Upprunaliga hevði maðurin bílagt eitt kamar á harragarðinum eina nátt, men sunnudagin segði hann, at hann ætlaði sær at steðga eina nátt afturat. Morgunin eftir var maðurin horvin, men tá vóru teir báðir málningarnir eisini horvnir. Tjóvurin hevði skorið teir úr rammanum.
Danska løgreglan sigur, at teir báðir málningarnir eru frá umleið 1820, men tað er ikki greitt, hvør hevur málað teir. Kriminalløgreglan í Aalborg sigur, at málningarnir eru fleiri milliónir krónur verdir.









