Stilt og friðarligt á G!

Kvøldið og náttin hevur verið stak friðarlig á G! - eins og í restini av landinum

Kvøldið og náttin hevur verið stak friðarlig á G! - eins og í restini av landinum.

 

Ein maður gjørdist illa fyri á tjaldøkinum í Gøtu, men samarittarnir vórðu boðsendir, og teir fingu støðuna í rættlag.

 

Annars hevur bara verið talan um smáttaríir. Onkur hevur klagað um larm í Tórshøll, og onkur hevur klagað um, at arbeitt hevur verið við maskinu eftir klokkan 23.

 

Hetta hevur verið ein vanlig fríggjanátt á politistøðini, sigur vakthavandi, vísandi til, at tað ikki hevur verið serliga nógv at gjørt.